Portal.fo segði týskvøldið frá, at Blue Foundation er fyrsta almenna útlendska navnið á G! Festivalinum í ár. Bólkurin er ikki so kendur í Føroyum enn. Men í Danmark er bólkurin veruliga farin at gera um seg.
Blue Foundation eru tríggir danir, eini japanari og ein englendari. Bólkurin spælir sveimandi elektroniskan tónleik, sum brýtur mørk millum tónlistarligar heimar. Tey ferðast í jassi, hip hop og elektroniskum tónleiki, og sameina alt í sínum egna ljóði.
Bólkurin hevur givið tvær fløgur út, og er í løtuni í upptøkuhøli og tekur enn eina fløgu upp. Seinna fløgan hjá bólkinum »Sweep of Days« fekk nógv rós av ummælarunum, og bólkurin hevur vunnið tvær danskar virðislønir fyri fløguna. Fløgan hevur ligið á top 100 sølulistanum í Danmark í longur enn eitt ár, og fyri stuttum fekk bólkurin eina gullfløgu fyri søluna. Stóra hittið er lagið »As I move on« sum hevur verið nógv at hoyrt í donskum útvarpi.
Bólkurin er:
Kirstine Stubbe Teglbjærg (rødd),
Tobias Wilner (beats, forritan, ljómborð, syntheseisara, gittar, bass, melodika og scratch),
Bo Rande (trompet, flygerhorn, trombon, ljómborð, melodika, bass og rødd),
Tatsuki Oshima (DJ)
MC Jabber (Rødd).
Kelda: gaffa.dk