Eitt lágtrýst norðan fyri Skotland fer spakuliga í ein eystan og fyllist. Køld luft við kavaælum flyta seg í úr norðri og landnyrðingi inn yvir Føroyar, men í dag og í morgin fer ein lítil hátrýstsryggur at gera veðrið støðugari eitt skifti. Um vikuskiftið fer ein nýggjur lítil hátrýstsryggur framvið og síðani eitt brúgvalag av vestri.
Veðrið í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s, men út á dagin makar hann í gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Sum frá líður turt og seinnapartin sær sólin. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig. Í nátt minkar hann vindin í eitt lítið lot av norðri, undir 5 m/s. Turt og klárt og hitin millum 5 kuldastig og frostmarkið, í støðum niður í 10 kuldastig.
Í morgin
Lot til andøvsugl av norðri ella ymsum ættum, 2 til 6 m/s, út á dagin veksur hann vindin í gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, og um náttina andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og sólin sær, um náttina skýggjað og møguliga okkurt kavaæl. Hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig í støðum.
Fríggjadagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av norðri, 8 til 13 m/s, sum út á dagin minkar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum kavi ella vátaslettingur. Hitin alt samdøgrið millum 3 kuldastig og 3 hitastig.
Leygardagin
Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 12 m/s, men um kvøldið minkar hann aftur vindin í lot til andøvsgul, 4 til 7 m/s, og um náttina niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Samdrigið og fyrrapartin okkurt kavaæl, seinnapartin klárar í og um náttina yvirhøvur klárt. Hitin um dagin millum 2 kuldastig og 2 hitastig, um náttina millum 4 kuldastig og frostmarkið, í støðum niður í 10 kuldastig.
Sunnudagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, um kvøldið eitt skifti stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, sum um náttina snarar í ein vestan og minkar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyrst turt og sólglottar, men út á dagin skýggjað og um kvøldið og náttina avfall, fyrst sum vátaslettingur ella kavi, seinni regn. Hitin millum 2 og 6 hitastig.
Mánadagin
Gul til stívt andøvsugl av vestri, 5 til 10 m/s, sum út á dagin minkar niður í eitt lot. Um náttina snarar hann í ein landsynning og eystan og veksur vindin aftur í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Tað klárar í og sólin sær, um náttina sum frá líður skýggjað og seinni regn. Hitin um dagin millum 2 og 6 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig stig í støðum.