Heimasíðan, www.jn.fo skrivar, at tvær ferðir í gjár sendi MRCC boð eftir bjargingartyrluni. Í báðum førum var talan um at fáa fólk flutt á Landssjúkrahúsið.
Stutt var millum hendingarnar báðar. Tað fyrra útkallið var at flyta eitt fólk úr Sandoynni á Landssjúkrahúsið, og tann seinna hendingin, sum var beint aftaná, var at fáa ein mann, sum var staddur við Kongavarða, fluttan á Landssjúkrahúsið, tí mjødnin hjá honum var farin úr lið, skrivar www.jn.fo.