Sagt skal verða frá, at samstarvið millum Havnar Bóltfelag og Heine Fernandez frá í dag av er hildið uppat.
Partarnir hava viðgjørt ítróttarligu úrslitini hjá felagnum í seinastuni og eru eftir hetta vorðnir samdir um at halda uppat við samstarvinum.
Sum nýggjan lim í venjarahópinum er settur fyrrverandi HB- og landsliðsleikarin og núverandi venjari hjá ÍF Føroyum í Keypmannahavn, Julian Hansen.
Sagt verður somuleiðis frá, at nevndin ikki hevur aðrar viðmerkingar enn hesa til ta av felagnum tiknu støðu.