Boarding – á rættan hátt

Ein astrofysikari hevur roknað út, hvør effektivasti mátin at fylla eitt flogfar við fólki er.

Øll flogfeløg vilja hava ferðafólk umborð á flogfarið so skjótt sum gjørligt. Tíðin, sum flogfarið stendur á jørðini, kostar, og tí er hátturin, sum verður kallaður ”Block”, nýttur. Tað er, tá tey, sum sita aftast í flogfarinum, fara fyrst umborð.

Nú er astrofysikarin Jason Steffen komin fram til, at ”Block-hátturin” als ikki er tann besti. Faktiskt er hann so vánaligur, at tað er frægari at koyra øll umborð samstundis (sum Atlantic Airways ger). Besti hátturin - um man skal trúgva Jason Steffen – er at fylla annaðhvørt vindeygapláss á einu síðuni og síðani annaðhvørt vindeygapláss á hinu síðuni, til øll vindeygaplássini eru fylt. Síðani ger man á sama hátt við miðplássini. Á hendan hátt verður tað ongantíð trongt í gongini, sigur Jason Steffen.

Á hesum You-tube-filminum ber til at síggja hvussu verður gjørt: www.youtube.com/watch?v=o9-XjEI8VmA