Boccia í Vestmanna

Komandi leygardag skipar ÍSB fyri boccia kapping í Vestmanna. Hetta er árliga vetrarkappingin. Hetta er samstundis fyrsta ferðin, at boccia kapping verður hildin í Vestmanna.
Byrjað verður kl. 10.30, og um hálvgum tvey tíðina seinnapartin endar kappingin, og so verður talan sjálvandi um heiðursmerkjahandan.
Kappast verður í teimum vanligu bólkunum. Tað vil siga at rørslu- og menningartarnað verða bólkað hvør sær, og at tað síðani verður býtt upp í vaksin, børn og systkin. Hartil verður talan eisini um ein pensionistabólk.