Tað hendir javnan, at løgreglan fær fráboðanir frá fólki, sum óttast um bilførarar, sum tey halda vera ávirkaðar av rúsdrekka ella av rúsevnum.
Tvær slíkar fráboðanir, fekk løgreglan í gjár. Men í báðum førunum vísti tað seg, at bilførararnir vóru blanka edrúir. Í øðrum førum var talan um ein eldri mann.
Løgreglan fekk so eitt prát við bilførararnar og segði teimum, at koyring teirra fekk onnur í ferðsluni at stúra fyri, at teir vóru ávirkaðir.