At flyta til Danmark er tað lætta valið

Tá eg flutti til Danmark, var tað ikki uttan eina kenslu av ótta. Soleiðis haldi eg, at tey flestu føldu. Tí at flyta heimanífrá – at flyta frá familju, kenningum og vinum – er eitt tap av tryggleika. Men kortini er lættari at flyta enn at blíva.

Hyggja vit eftir teimum fíggjarligu viðurskiftunum, gerst valið greitt. Í Danmark er lestrarstuðulin hægri, og gerandisvørurnar bíligari. Lestrarbústaðirnir eru fleiri og bíligari. Ja, tey, ið fáa børn, fáa enntá fleiri pengar. Fyri tey, ið ikki kunnu búgva bíligt hjá familju, tey, ið ikki hava makað við fulltíðarstarv, ella tey, ið bara ikki tíma at búgva hjá mammu, verður Danmark tað einasta valið. Tað eru tey yngstu, tey við minst tilknýti, sum vit skumpa úr landinum.

At ein partur av føroyingum lesa í útheim, er natúrligt í eini útbúgvingarskipan sum okkara, og eingin skal tvingast at lesa í Føroyum. Men í dag verður valið í nógvum førum tikið fyri okkum. Tað er ov ringt at vera lesandi í Føroyum, og tað eiga vit at broyta. Politiska skipanin eigur at arbeiða fyri, at Føroyar og Danmark vera javnbjóðis val. Tí eigur lestrarstuðulin at hækkast, tí eiga fleiri og bíligari lestrarbústaðir at vera bygdar og tí eigur lestrarstuðulin til foreldur eisini at hækkast. Betrast korini, so skulu tey lesandi nokk koma.

 

 

Andrias Nolsøe Jacobsen Forseti

Meginfelag Føroyskra Studenta