Boðaðu frá eldi – tvær ferðir

Men tað var falskur alarmur báðu ferðirnar

Tvær ferðir í gjár varð ringt til løgregluna um at eldur var í sethúsum. Í tí eina førinum varð boðað frá, at nógvur roykur var úr einum sethúsum í vesturbýnum í Havn. Men tá ið sløkkiliðið kom á staðið, var eingin eldur. Hinvegin varnaðust tey, at eitt oljufýr var typt og tað var hetta, sum elvdi til tann nógva roykin.

 

Aðru ferð varð boðað frá eldi í einum húsum á Strondum, har tey vóru í ferð við ymsar ábøtur. Fólk sóu neistarok og stúrdu fyri, at eldur var ímillum skins og hold. Men løgreglan sigur, at heldur ikki har var nakar eldur, men kanska hevur skammlop verið í einum lampustaðið, sigur løgreglan.