Av tí at talan var júst um rissospringarar, so vera teir ikki hildnir til, upplýsti Paula Eikholm, vaktleiðari á løgreglustøðini í Havn í morgun vísandi til sýslumannin.
Rissospringarar eru sjáldsamir í Føroyum. Vit skrivaðu um rissospringarar her á in.fo í 2010, tá vit høvdu grindahagtøl. Tá varð skrivað, at í Klaksvík var ein grind tann 16. september í 2009, har tríggir rissospringarar hildnir, og tá skrivað, at »hetta er fyrsta ferðin at rissospringari er hildin til í Føroyum«.
Sambært heimabeiti.fo var ein bólkur við 21 rissospringarum hildin til í Hvalba 3. apríl 2010.