Boðskapurin í trænum

Ein heilt sjáldsama flott bók, Boðskapurin í trænum, varð løgd fram í kirkjukjallaranum í kvøld. Bókin er skrivað av Nils Ohrt, stjóri á Listasavni Føroya, um listaverkini - ið eisini verða kallað, Jesus úr Nasaret - í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni, eftir Edward Fuglø.
 
Tað er Grafia, sum hevur sett bókina upp, og Sprotin hevur givið út og týtt til enskt og føroyskt.
 
Nils Ohrt og Edward Fuglø løgdu bókina fram við einum dialogi um hana og um tilgongdina av listaverkunum, sum Sjúrður Sólstein hevur verið við til at evna til úr ymiskum træi - eftir tekningum, Edward hevur gjørt.
 
Eisini spældi ein bókur úr Klaksvíkar Tónlistaskúla á violin og á cello nøkur jólaløg. Poul Guttesen, sum starvast á Sprotanum við m.a. týðing, hevði eina sera áhugaverda hugleiðing um listaverkini, og um hvussu bókin stuðlar væl undir tey.
 
Hann kom eisini inn á ymsu gerandis lutirnar, Edward hevur sett inn í listaverkini – ein gomul postalínkontakt, hongsl, lykil, egg, húkar, ein hondsmíðaður seymur av Skarði, sum er meir enn 100 ár og ymiskt annað. Hesir lutir eru – umframt at hava eitt symbolvirði – við til eina ávísa sekularisering ella verðsliggering av listaverkunum og teirra frásagnum.
 
Poul Guttesen vísti á heimsspekingar, sum halda hesi spenningsfelt vera skilagóð og provokera ella eggja til umhugsni – T.d. postalínkontaktin í myndini, tá ið eingilin, Gabriel boðar Mariu frá, at hon skal føða Guðs son: Stendur kontaktin á “on” ella “Off”? Við hesum “boðskapi” ella spurningi, ið kontaktin setir, kann hin ikki trúgvandi seta sær sjálvum átrúnaðarligar spurningar, eins og hinum trúgvandi í nátúrligum ivasemi eisini ger tað.
 
Ein frálík bók, sum í smálutum greiðir frá serstøku listaverkunum – teimum 10 relieffunum, og hvussu tey eru vorðin til. Við hópin av frálíkum myndum gera tey bókina lætt skiljandi og lesiliga.
 
Bókin, Boðskapurin í trænum, kemur út á trimum málum, føroyskum, donskum og enskum – Eitt vælaverk av Nils Orth um eitt meistaraverk hjá Edward Fuglø, sum Sprotin enn einaferð hegnislig leggur fyri dagin – Til lukku við bókini!