Boðskapurin má vera greiður

Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, hevur í Sosialinum seinasta leygardag drúgva grein undir yvirskriftini »Logikkurin haltar ikki, tí hann er snøgt sagt ikki til«. Sjáldan havi eg upplivað, at innihaldið í einari grein samsvarar so væl við yvirskriftina.


Jóannes er firtin um, at eg endurgevi danskar blaðmenn, uttan at hava lisið hansara bræv til Nyrup. Samstundis greiðir Jóannes frá, hvat er farið fram við ein morgunmat fyri formansskapinum í danska fólkatinginum, sum hann ikki luttók í. Tí kemur Jóannes tíverri at siga nakað skeivt. Tað var ikki eg, sum bað gestirnar reisa seg og skála fyri ríkisfelagsskapinum. Tað var danski fólkatingsformaðurin. Tí hevur Jóannes púra rætt í, at tað var ikki sørt pínligt, tá umboðini fyri Føroya Javnað-arflokk, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin í protest blivu sitandi, meðan vit onnur reistust.

Jóannes er firtin um, at eg undraðist yvir, at donsk bløð greiða lesarum sínum frá, at natúrligu krøvini frá Jóannes til formannin fyri politiska bróðurflokkin í Danmark, Poul Nyrup Rasmussen, í bankamálinum ikki ganga út uppá at hjálpa Føroya Javnaðarflokki til komandi løgtingsval. Men hann afturvísir ongum, og váttar sostatt alt tað, sum eg havi skrivað.

Síðan filosoferar Jóannes aftur og fram um bankamál er felagsmál ella serføroyskt mál. Í 1992 kannaði táverandi landsstýri um ein kundi gera broytingar innan bankamál í Føroyum. Danska stjórnin svaraði klárt og greitt, at bankamál eru felagsmál. Ikki nóg mikið við tað. Bankamál eru felagsmál sum ikki kunnu yvirtakast. Tí er tað sólarklárt, at danir eiga at gjalda hendan partin av skuldini.

Jóannes hevur eisini við síni undirskrift á erkleringina í november 1994 saman við mær og øðrum sett krav fram um, at bankamál eru ríkismál og harvið skulu tapini gjaldast av ríkinum. Oman á tað kemur at Javnaðarflokkurin, aftan á at vera vaknaður við kaldan dreym, hevur verið við til at tikið fyrivarni viðvíkjandi rentunum av skuldini frá bankabjargingini.

Aftaná at hava hongt 3 milliardir um hálsin á føroyska skattaborgaranum, sum viðvíkja einum felagsmáli sum ikki kann yvirtakast, fyrislær Jóannes, at vit nú skulu samráðast við »hegni«, sum hann málber seg. Jóannes heldur at ein kanska kundi fingið donsku stjórnina at gjalda eina milliard og danska fíggjarheimin at gjalda eina milliard, og sostatt minka eykabyrðina á føroyska skattgjaldarin niður í eina milliard úr teimum trimum milliardunum, sum samráðingarhegnið hjá Javnaðarflokk-inum førdi við sær.

Tann besti parturin av greinini hjá Jóannes er yvirskriftin: »Logikkurin haltar ikki, hann er snøgt sagt ikki til«.

Eg vil mæla Jóannes til at standa við tað kravið, sum vit báðir saman við øðrum hava sett fram í erkleringini frá november 1994, og tað fyrivarni, sum løgtingið hevur tikið í sambandi við renturnar av skuldini frá bankabjargingini.

Standa vit føroyingar saman um hetta rættvísis krav, so skal eg fegin taka mær av teimum neyðugu samráðingunum.

Tað vildi undir øllum umstøðum verið alt ov vandamikið at latið Jóannes tikið sær av tílíkum samráðingum, so leingi hann ikki er uppá »talufót« við bróðurflokk sín í Danmark, og so leingi hann ikki dugir at síggja mun á felagsmálum, sum kunnu, og felagsmálum, sum ikki kunnu yvirtakast.