Bøkur skulu lesast - ikki brennast!

- Tað verður ikki nøkur avmarking av skrivi-og talufrælsinum, um tað verður bannað at brenna religiøsar bøkur, sigur Mette Frederiksen.

Eitt forboð ímóti koran-brenning avmarkar ikki skrivi-og talufrælsið. At brenna bøkur, er ikki nøkur útsøgn ella "ytring".

 

Tað heldur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og hon leggur aftrat:

 

- Tí er tað heldur ikki nøkur avmarking av skrivi-og talufrælsinum, um tað verður bannað at brenna religiøsar bøkur. 

 

Hetta sigur hon í samrøðu við Weekendavísina í dag.

 

Tað var sunnudagin, at danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, segði, at stjórnin leitar eftir einum rættarligum "amboði", sum kann gera, at koran-brenning fer í søguna.

 

- Mær dámar ikki, at fólk gera hetta. Bøkur skulu lesast, ikki brennast, sigur forsætisráðharrin.

 

Í samrøðuni við Weekendávísina vildi Mette Frederiksen ikki siga, um tað hevur ligið eitt ávíst trýst á Danmark í samband við, at fleiri koran-brenningar hava verið í landinum.

 

Ávísin spurdi eisini danska forsætisráðharran, um ríkisleiðarar ella onnur hava ringt til hennara og hava sett fram ynskið um, at Danmark bannar slíkum við lóg.

 

Koran-brenningar bæði í Stokkhólmi og Keypmannahavn hava ført til stór mótmælistiltøk í muslimsku londunum.

 

- Vandin fyri at gerast isoleraður á altjóða pallinum, er eisini ein trupulleiki júst nú, sigur Mette Frederiksen við Weekendávísina.