Børn bestu kor at veksa upp í

Vága kommuna hevur sett Evu Klein og Sannu á Løgmansbø í starv sum námsfrøðiligar ráðgevar.

Vága kommuna hevur sett  Evu Klein og Sannu á Løgmansbø í starv sum námsfrøðiligar ráðgevar.   

 

Eva og Sanna hava báðar námsfrøðiliga útbúgving og hava starvast innan barnaøkið í Vága kommunu seinastu 8-10 árini. Harumframt hava tær drúgvar royndir og hava tikið viðkomandi skeið innan námsfrøðiliga økið.

 

- Námsfrøðiliga Ráðgevingin er ein liður í at styrkja og menna námsfrøðiliga tilboðið til børn og ung í kommununi.

 

Tað sigur Vága kommuna í dag.

 

- Dentur verður lagdur á fyribyrging, dygd í tilboðnum og at skapa samanhang millum heim, barnagarð, frítíðar-og skúlatilboð.  

 

Við Námsfrøðiligu ráðgevingini ynskir Vága kommuna at skapa størri trivnað og rúm í nærumhvørvinum, soleiðis at øll børn fáa bestu kor at vaksa upp í.