Børn dansa føroyskan dans um alt landið

Barnadansurin hevur tað gott kring landið

Føroyskur dansur er ikki bara fyri tey tilkomnu.

 

Tvørturímóti er føroyskur dansur eisini sera væl umtóktur hjá børnum.

 

Sláið Ring skrivar á heimasíðu síni, at í ár hava 11 dansifeløg kring landið søkt um stuðul  til at skipa fyri barnadansi.

 

- Umsóknirnar eru úr øllum landinum og hetta boðar frá, at barnadansurin er sera virkin, sigur Sláið Ring.

 

Flestu dansifeløgini hava barnadans hvørja viku.

 

Men eitt av teimum stóru tiltøkunum, børnini gleða seg til, er árliga barnadansistevnan. 

 

Í ár verður hon í Vágum tann 22. februar og á barnadansistevnunum plaga rættiliga nógv børn at vera við.

 

Tað er vanligt at eini 500 børn og vaksin eru samlast á barnadansistevnuni, sigur Sláið Ring.

 

Men ungdómar, sum ofta eru við í barnadansinum, kunnu eisini gleða seg.

 

Í døgunum frá 24. – 26. Januar, verður dansistevna fyri ung.

 

Stevnan, sum hevur heitið, Ung í dansi, er fyri ungfólk, sum eru áhugaði í føroyska dansinum og í ár verður stevnan í Nólsoy. 

 

Fleiri av dansihugaðu børnunum hava eisini meldað seg til Barnlek, sum er ein stevna fyri fólkadansarar úr øllum norðurlondum.

 

Í ár verður Barnlek verður beint uttanfyri Reykjavík í Íslandi fyrst í juli.

 

Úr Føroyum hava 135 børn og ung meldað seg til.

 

- Hetta er ein greið ábending um, at barnadansurin í Føroyum hevur tað gott, og at tað eru fólk í dansifeløgunum, ið leggja lív og sál í at virka føroyska dansinum at frama, siga tey í Sláið Ring.

 

Myndina eigur Sláið Ring og hon er av barnadansistevnuni í Hósvík í 2012.