Børn kunnu kvalast av at eta hetta góðgæti

Nú ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan ímóti fleiri sløgum av góðgæti

Fyri nøkrum døgum síðani ávaraði Heilsufrøðiliga Starvsstovan ímóti nøkrum sløgum av jelly góðgæti.

 

Orsøkin er, at børn kunnu kvalast av at eta tað.

 

Men nú hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan dagført ávaringina og í hesum sambandi eru fleiri sløg av hesum sama jelly-góðgæti sett á tann vandamikla listan.

 

Tey sløgini, sum ávarað verður ímóti, eru:

 

OJuicy Fruit Jelly, fleiri fruktsmakkir

Nettovekt: 240g

Best fyri: Øll dato

 

Sí mynd niðan fyri

 

##med2##

 

Sweet Mellow Jelly Straws, assorted flavours,

Nettovekt 400g 

Best fyri: Øll dato

 

Sí mynd niðan fyri

 

##med3##


Speshow Jelly Straws, assorted flavours,

Nettovekt: 1400g (spann - og hvør sær)

Nettovekt: 300g (posar - og hvør sær)

Best fyri: Øll dato.

 

Sí mynd niðan fyri

 

##med4##

 

Harumframt verður eisini ávarað ímóti hesum sløgum:

 

ABC Jelly Straws, Assorted (bæði posar og spannir), 

Nettovekt: 260g (posar)

Nettovekt: 1000g (spann)

Best fyri: Øll dato


ABC Jelly Fruity, Assorted

Nettovekt: 240g

Best fyri: Øll dato

 

Orsøkin til ávaringina er, at evnini, E410 og E407, er í hesum góðgætinum.

 

Hesi evni kunna gera, at góðgætið bólgnar upp í svølginum og tí kann barnið kvalast av tí

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir á fólk, sum liggja inni við jesum, um at koyra tað í skrell, ella at lata tað aftur haðani tað er keypt.