Børn úr Vágs skúla syngja og samla inn til Bláa kross

Her eru nakrar myndir

Børn úr Vágs skúla hava seinastu dagarnar vant fleiri sangir og framført hesar til morgunløtur í Vágs skúla og týsdagin eisini í Frelsunarherinum og á Eldrasambýlinum.

 

Hetta er ein liður í at savna inn pening til Bláa kross, ið ger arbeiði innan fyribyrging og hjálp til teirra, ið stríðast við rústrupulleikar.

 

Í morgin, hósdagin, fara somu børnini ein túr í Vági, og tey ætla sær at syngja og savna inn pengar til sama endamál.

 

Ætlanin er, at tey eru uttan fyri Sparikassan, Torgið og Miðlatún klokkan umleið 10.30 og framføra nakrar sangir. Í hesum sambandi lata tey heilsa, at øll eru vælkomin at steðga á og lurta og eisini stuðla Bláa krossi.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##