Børnini skulu hava tað gott á jólum

- Hevði eg kunnað hildið jól saman við pápa mínum í ár, hevði tað verið mítt allar størsta jólaynski, sigur Fríða Slyne, sum misti pápan fyrr í árinum

 

Hvar heldur tú jól?

- Maður mín er sjómaður, og í ár er hann heima. Tí fara vit at halda jól hjá verforeldrunum í ár.

Tað sigur Fríða Slyne. 

Hon vísir á, at tá verforeldrini eiga tey jólaaftan, sum hon tekur til, verður farið til mammu hennara jóladag. 

- 2. jóladag fara vit til systkinabarnið hjá vermammu míni, og her verður øll familjan samlað. 

Hvat eta tit á jólum? 

- Jólaaftan eta vit altíð dunnu! Dagarnar eftir verður tað alt frá røstum kjøti til fleskasteik, lambskjøt og oksakjøt. 

Keypir tú jólagávur? 

- Ohhhh ja – eg keypi eina rúgvu av jólagávum hvørt ár, sigur Fríða Slyne. 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg? 

- Sjálvt um jólini eru ein kristin høgtíð, síggi eg jólini sum eina hugnaliga tíð, har vit eru saman við familjuni, og har tað serliga eru børnini, sum eru í fokus við bæði jólakalendarum, baking, jólamati, jólatræi, gávum og ymiskum familjuspølum.

Hon heldur, at tað týdningarmesta um jólini er, at børnini hava tað gott. 

Hevur tú eitt jólaynski?

- Mítt ynski er, at øll eru glað og hava tað gott. 

Hon vísir á, at jólini eru ikki ein løtt tíð hjá øllum - heldur ikki hjá henni sjálvari, nú pápi hennara fór heim til Jesupápa fyrr í ár. 

- Hevði eg kunnað hildið jól saman við honum í ár, hevði tað verið mítt allar størsta jólaynski, sigur Fríða Slyne.