Bogi er heimsmeistari!

Rituvíkingurin hevur í dag vunnið HM í inniróðri fyri 40-49 ára gamlar í lættvekt

Bogi Olsen í reyðari troyggju saman við øðrum føroyskum rógvarum í Boston. RSF eigur myndina

Føroyingarnir, sum í hesum døgum eru í Boston og kappast um HM í inniróðri, fara aftur í ár at hava í hvussu so er ein heimsmeistara heim aftur við sær. Tað er greitt, nú kappingin millum 40-49 ára gamlar menn í lættvekt er liðug.

Bogi Olsen úr Rituvík er heimsmeistari. Hann vann kappingina í tíðini 6:28.8.

Bogi Olsen er sera royndur rógvari - krútsterkur, tiltikin treiskur og við einum vilja, sum kanska eingin annar.

Bogi hevur eitt nú vunnið nógv FM við Eysturoyingi, og hann er millum teirra, sum síðani á nýggjárinum hava fyrireikað seg at manna Eysturoying í róðrarárinum, sum stendur fyri framman.

Og í dag hevur hann í Boston vunnið HM í inniróðri!

Í fjør vann Dánjal Martin Hofgaard úr Hvalba HM í kappingini millum menn í opna bólkinum. Hann fer at kappast seinni í dag. Níggju føroyskir rógvarar eru í Boston og luttaka í HM í inniróðri. 

Kappast verður á Aganis Arena í Boston, og tað ber til at fylgja við á 

http://www.concept2.com/indoor-rowers/racing/world-irc/live