Bogi heldur fram í Fuglafirði

U21 landsliðsspælarin Bogi Reinert Petersen fer eisini í 2014 at umboða barndómsfelagið ÍF

Tað hevur verið eitt sindur av iva um, hvar Bogi Reinert Petersen fór at spæla næsta kappingarár. Nú er ivin ruddaður av vegnum. Fyrrapartin skipaði Ítróttarfelagið Fuglafjørður fyri felags tiltaki í Mentanarhúsinum, og tá var tað, at Bogi Reinert Petersen skrivaði undir sáttmála, sum er staðfesting av at Bogi Reinert Petersen eisini í 2014 fer at umboða ÍF.

20 ára gamli miðvallarin var síðsta kappingarár við í 23 landskappingardystum fyri silvurvinnararnar, og hann skoraði fýra mál. Síðsta kappingarár var hann á U-21 landsliðnum fimm ferðir.

Stóri spurningurin í Fuglafirði er nú, hvussu tað verður við superveteranunum Jákupi Mikkelsen og Bartali Eliasen. Málverjin og verjuálitið hava ikki enn givið til kennar, hvussu tað verður við fótbóltsframtíðini hjá teimum. Tað er neyvan nakað at ivast í, at tað hevði komið væl við hjá Albert Ellefsen og ÍF, um veteranarnir báðir gjørdu av at tala eitt tørn aftrat soleiðis, sum Bogi Reinert Petersen nú hevur gjørt.