Bogi Reinert Petersen hevur fingið langt leikbann

Tað er ikki hissini leikbann, sum Bogi Reinert Petersen hjá ÍF hevur fingið

Bogi Reinert Petersen hevur fingið leikbann í fimm dystir, eftir at hann fekk beinleiðis reytt í ósigrinum fyri 07 Vestur.

 

Tað var eftir at 07 Vestur skoraði, at tað bleiv ilt millum partarnar á Dungasandi. Málverjin hjá ÍF vildi hava bóltin, men Predrag Jeremic hjá 07 Vestur tveitti bóltin vekk. Hetta fekk millum annað Boga Reinert Petersen at reagera.

 

Miðvallarin hjá ÍF og áleyparin hjá 07 Vestur enda við at standa andlit til andlit, men síðani er ógreitt júst hvat hendi. Predrag Jeremic dettur afturav og blívur liggjandi, men úr ÍF leguni er ongin ivi um, at Bogi Reinert Petersen ongantíð stútaði ella gjørdi nakað, sum skuldi fingið Predrag Jeremic at detta.

 

Her eru partarnir ósamdir um hvat hendi. Tað er tó greitt, at Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur givið Boga Reinert Petersen leikbann í fimm dystir. Hann er ein av fýra, sum ikki vera við til dystin í dag móti KÍ í Klaksvík. Hinir eru Jan Ó. Ellingsgaard, Jens Joensen og Karl Løkin.