Bogi átti vakrasta málið í oddadystinum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Boga Davidsen (H71) greiða frá "flúgvaranum" hann gjørdi í Vestmanna í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við Boga Davidsen hjá H71, aftaná Bogi og liðfelagarnir høvdu vunnið 29-27 (15-11) á VÍF í oddadystinum norðuri í Vestmanna fyrr í dag.

 

Bogi Davidsen heldur, at hetta var ein søtur sigur hjá H71. Bogi heldur hann og liðfelagarnir høvdu nakað at prógva aftaná eyðmýkjandi fyrra FM-finalutapið ímóti VÍF norðuri í Vestmanna í tí fyrru FM-finaluni farna kappingarár.

 

Í samrøðuni greiðir Bogi Davidsen eisini frá hvussu tað gekk fyri seg, tá hann skoraði ein sera vakran "flúgvara" til støðuna 29-27. Bogi Davidsen greiðir eisini frá hvussu hann upplivdi løgnu støðuna, tá Hilmar Leon Jakobsen mátti av vøllinum, tí hann ikki stóð á dómaraseðilinum.