Bókaframløga: Hans Eiler Hammer lítur aftur um bak

Hans Eiler Hammer skrivar í bók síni millum annað um hendinina, tá hann varð ákærdur fyri at hava sent dóttur síni eini óhóskandi sms-boð. Bókin kemur út í morgin

Tíðindaskriv:

 

Bókin kemur út hósdagin 24. oktobur og í tí sambandi verður forvitnislig bókaframløga kl. 20:00 á Reinsarínum í Tórshavn og fríggjakvøldið 25. oktobur kl. 18.30 á Seglloftinum á Tvøroyri. Ókeypis atgongd og til ber at keypa bókina á staðum.

 

Hans Eiler Hammer varð í 2010 ákærdur fyri at hava sent elstu dóttur síni eini óhóskandi sms-boð. Hann var prestur í norður Noregi. Sakarmálið hevur sett djúp spor í lív hansara.

Sjálvt um hann bleiv fríkendur á øllum økjum, so hevur hann mangan upplivað, hvussu tað er at verða dømdur í fólkadómstólinum.

Kensluborið og botn erliga umrøður hann lív sítt, sum til tíðir er baldrut. Hann lýsir barnaheimið saman við sínum kæru foreldrum, sum í mong ár vóru virkin í Heimamissiónini. Hann umrøðir kynsliga misnýtslu, dóttrina, ið bleiv álvarsama sjúk, sína egnu uppgerð við Heimamissiónina, gleði, kærleika, strongd og ikki minst trúgv sína og kallið sum prestur.

Bókin er hansara egna verk, har Randi Mohr,tíðindafólk, hevur verið við á síðulinjuni og sett spurningar. Randi hevur útgreinað brot í lívi hansara. Ein uppgáva, ið hon við eldhuga og takksemi hevur átikið sær. 

Sonur Hans Eiler – Hans Martin Hammer – sum er útbúgvin innan sang, fer at eisini at syngja nakrar føroyskar vísur fyri okkum.

 

##med2##

##med3##

##med4##