Mánakvøldið 24. november kl. 20 verður bókmentakvøld í Mettustovu, har rithøvundarnir Mina Reinert og Rakel Helmsdal greiða frá og lesa upp úr bókum sínum.
Tað er soleiðis, at nú ein av rithøvundum okkara alment hevur úttalað seg so vanvirðisliga um kvinnur, sum ditta sær at skriva og geva bøkur út, hevur trongdin til at vita meira um kvinnuligu rithøvundarnar og bøkur teirra og ynskið um at stuðla tær í arbeiðnum ment seg til krav í felagnum.
Tí er ætlanin at hava bókmentir sum eitt høvuðsevni á fundum í vetur og eina tíð fram.
Annað høvuðsevni er kvinnusøga og/ella nýbrot úr Føroya søgu, og fyrsti fyrilesturin við tí evninum var longu í oktober, har Jane Hoydal greiddi frá umstøðunum hjá norðurlendskum kvinnum í seinmiðøld.
Seinni í vetur, helst í sambandi við kvinnudagin komandi, verður fundarvika við kvinnupolitiskum evnum, har kenda norska stríðskvinnan Berit Ås, sum eisini er professari í sálarfrøði, heldur fyrilestrarnar.
So nú er aftur okkurt at gleða seg til. Lýst verður sum vant við skrá og fyrilesarum undan fundunum, og vónandi møta tit fjølmentar sigur Kvinnufelagið í tíðindaskrivi.