Heimsmeistarakappingin í frælsum ítrótti í suðurkoreanska býnum Daegu endaði við teirri altíð sera spennandi kanningini í fýra ferðir 100 metrar boðrenning hjá monnum. Ikki heilt óvæntað vunnu menninir úr Jamaica kappingina. Teir fýra, Nesta Carter, Michael Frater, Yohan Blake og Usain Bolt, vunnu við tíðini 37,04 sekund, sum er nýtt heimsmet. Tað gamla metið, sum var 37,10 sekund, átti Jamaica eisini.
Annað pláss og silvurið fór til Fraklands. Fronsku menninir brúktu tíðina 38,20 sekund. Tað lítla landið Saint Kitt and Nevis vann bronsu við tíðini 38,49 sekund.
Pólland bleiv nummar fýra, Italia nummar fimm og Trinidad og Tobago nummar seks. Amerikanarar og bretar vóru so óhepnir at renna saman í seinasta umfari og fóru úr kappingini.