Amerikanski rockbólkurin Bon Jovi spælir komandi summar konsertir í Danmark, Noregi og Finnlandi.
Í døgunum frá 15. til 22. juni verður amerikanski rockbólkurin Bon Jovi at hoyra á okkara leiðum. Bólkurin hevur konsertir í Randers, Oslo, Helsinki og Edinburgh tað tíðarskeiðið.
15. juni er bólkurin á Ullevaal í Oslo, 17. juni á Olympiska leikvøllinum í Helsinki, 19. juni á Casa Arena í Randers og 22. juni á Murreyfield í Edinburgh.
Nógvir føroyingar vóru í 2008 á konsert hjá Bon Jovi í Randers, og tá vóru stórir trupulleikar við ferðasambandinum til og frá konsertstaðnum, og nógvir gestir vóru ov seinir á konsertina.
Lítið er at ivast í, at fyrireikararnir hesaferð fara at gera alt, teir kunnu, fyri at sleppa undan slíkum kaosi einaferð afturat. Hesaferð verður konsertin heldur ikki hildin í Gammel Estrup sum seinast, men á Casa Arena.
Atgongumerkini til konsertina í Randers verða sett til sølu á Billetlugen.dk 6. november kl. 9.
Bon Jovi, sum hevur selt 120 milliónir fløgur, eru aktuellir við nýggjari savnsfløgu við øllum hittunum umframt nøkrum nýggjum sangum.