Bond bilur seldur fyri milliónir

Agent 007 fjepparar mátti tríva djúpt í lumman, um teir vildu ogna sær Aston Martin bilin frá filminum »Goldfinger«. Upprunabilurin, silvurmetallic litti 1964 Aston Martin DB5, serúrgjørdur við maskinbyrsum, spjóti og øðrum frðá filminum »Goldfinger« fór fyri 24,7 milliónir krónur á einari uppboðssølu í London herfyri.

Uppisølufelagið, RM Auctions hevði annars mett bilin við teimum 400 hestakreftunum til umleið 14 milliónir, men hugurin at bjóða var nógv søtrri enn so.

Nýggi eigarin er ein amerikanskur ríkmaður, sum altso rindaði næstan 25 milliónir krónir fyri bilin, sum á fyrsta sinni var seldur í 1969 fyri 64.000 krónur, skrivar Horsens Folkeblad.