Sum støðan er nú, verður gjaldsportrið í Saksun standandi. Tað ger bóndin, André Kruse, greitt. Spurningurin um gjaldsportrið varð reist á Løgtingi, tá ið Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, spurdi Helga Abrahamsen, sum er landsstýrismaður umhvørvis- og vinnumálum, hvat hann heldur um portrið.
Niðurstøðan hjá løgfrøðingunum Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum er, at helst er gjaldsportrið í Saksun er ólógligt. Tey vísa á, at eingin ávísur hevur rætt til fjøruna, tí har hevur almenningurin rætt til at vera.
Les meiri her: Gjaldsportrið í Saksun er helst ólógligt
Helgi Abrahamsen segði eisini við okkum í morgun, at hann fer at fylgja málinum upp.
Les meiri um tað her: Fer at kanna um portrið í Saksun er ólógligt
André Kruse sigur niðurstøðan hjá løgfrøðingunum í landsstýrinum fær ikki hann at broyta støðu.
– Eina niðurstøða um at portrið helst er ólógligt, fái eg ikki brúkt til nakað sum helst og tí verður portrið standandi, sigur hann.
Hann sigur, at tað er ikki rætt, at almenningurin hevur rætt til at sleppa í fjøruna í Saksun, tí nettupp Saksun er einasta pláss í landinum, har fjøran er ein partur av matriklunum í bygdini. Tað, sum ger Saksun til eindømi í landinum, er, at Pollurin, Ósin og fjøran eru matrikulerað, so sum málið liggur nú, verður portrið standandi, sigur hann.
Eg fái ikki gjørt nógv annað enn at bíða eftir einum endaligum úrsliti sigur hann. Hann sigur, at sostatt bíðar hann eftir eini endaligari niðurstøðu. Og portrið verður ikki tikið niður, fyrr enn myndugleikar kunnu prógva til fulnar, at hann ikki hevði loyvi til at seta tað upp. Kunnu teir tað, skal eg nokk taka tað niður, sigur hann.
Sjálvur dugir hann ikki at síggja, hvussu portrið kann vera ólógligt. Hetta portrið stendur á mínum matrikulnummari, og tað umfatar eisini fjøruna. Í so máta er hetta ikki øðrvísi enn Mykineshólmur ella Kallurin, sigur André Kruse.