Fagnaðurin var óførur, tá burmesiska friðarkvinnan Aung San Suu Kyi og írska rockstjørnan Bono hittust á einari friðarráðstevnu í Oslo í dag.
Um vikuskiftið tók Aung San Suu Kyi ímóti Nobel-friðarheiðurslønini, sum varð latin henni í 1991. Tá sat hon húsavarðhaldi, og hon slapp ikki leys fyrr enn í 2010.
Eftir ráðstevnuna í dag fóru Suu Kyi og Bono við hanssra privatflogfari til Dublin í Írlandi, har hon skal taka lut í einum tiltaki hjá Amnesty International um Burma. Eitt á skránni er sangurin Happy Birthday, sum verður sungin í sambandi við, at Aung San Suu Kyi fyllir 67 í morgin.