Um somu tíð sum føroyingar gera fyrstu fyrireikingarnar til eina miðvísa oljuleiting og í hesum sambandi skulu til at skipa fyri 1. útbjóðingarumfarinum - verða fyrireikingar nú gjørdar til fyrstu boringina í einum fjarskotnum oyggjabólki, har umstøðurnar eru ikki sørt meinlíkar teimum í Føroyum. Talan er um Falklandsoyggjarnar í suðuratlantshavi.
Tað er greitt, at eins og føroyingar fylgja við útviklinginum á Falklandsoyggjunum, so fylgja íbúgvararnir har eisinivæl við , hvussu vit bera okkum at á hesum nýggja økinum.
Hóast tey liggja í hvør sínum enda av Atlantshavinum, so eru hesi oyggjasamfeløgini rættiliga meinlík á mongum økjum, tá tað kemur til eina oljuleiting og eina møguliga komandi oljuvinnu.
Talan er um sera smáar oyggjarbólkar við lutvíst fáum íbúgvum. Tað búgva tó væl færri fólk á Falklandsoyggjunum, umleið 2500. Bæði oyggjalondini eru knýtt at størri londum. Falklandsoyggjarnar hoyra undir Bretland.
Londini liggja eins langt frá pólunum og veðurlagið er tí nakað tað sama. Her er talan um djúpt vatn og her er eisini talan um eitt harðbalt verðurlag, so verður olja funnin, verður tørvur á serstøkum skipanum, eitt nú er mest sannlíkt, at tað verða brúkt framleiðsluskip heldur enn oljupallar.
Og verða stórar nøgdir av olju funnar, so eru vit eisini meinlík á tann hátt, at henda vinna fer at hava ómetaliga stóra ávirkan á samfeløgini so ella so. Fyri ikki at tosa um, hvussu rík hesi smáu samfeløg verða, um stórar oljukeldur verða funnar, og tær geva nógvar pengar til samfeløgini.
Eitt fet framman fyri okkum
Tað er áhugavert hjá føroyingum at fylgja við útviklinginum á Falklandsoyggjunum, nú teir eru eitt fet framman fyri okkum. Nógvar seismiskar kanningar eru gjørdar har og 1. útbjóðingarumfar hevur verið.
Nú verður so fyrsta boringin fyrireikað. Og tað er eingin minni enn ein gamal kenningar frá føroyska økinum, amerikanska oljufelagið Amerada Hess, sum gongur á odda við leitingini kring Falklandsoyggjarnar.
-Hetta er liður í ætlanunum hjá Amerada Hess at gera íløgur víða um í heiminum sigur føroyski umboðsmaðurin hjá felagnum, Johan Mortensen, sum vísir á, at Amerada Hess hevur eisini stórar ætlanir í grannalangnum, nevniliga í Brasilia. Í løtuni eru tað so serstakliga Danmark, Bretland, Føroyar og Falklandsoyggjarnar, sum standa ovast á íløgutalvuni hjá felagnum.
Hol sett á í mai 98
Amerada Hess er operatørur í einum bólki av oljufeløgnum, sum nú er við at fyrireika at bora fyrsta brunnin í mai næsta ár. Í hesum sambandi hevur felagið leigað boripallin Borgny Dolphin, sum nú verður umbygdur til uppgávuna, soleiðis at hann kann bora á 500 metra dýpi. Hetta verður fyrsta boringin í Falklandi nakrantíð.
Annars hava Amerada Hess og tríggir aðrir operatørar í Falklandi stovnað felagið ?Falklands Offshore Sharing Agreement (FOSA)?, sum skal sameina virksemi hjá teimum ymsu oljufeløgunum, nú tey fara at bora eftir olju og gassi í hesum heilt nýggja økinum.
Feløgini, sum arbeiða saman við Amerada Hess, eru Fina Exploration Atlantic BV, Murhhy South Atlantic Oil Company, Teikoku Oil (Falkland Islands) Co. Ltd. og Argos Evergreen Limited. Tá hesi feløgini eru liðug við fyrstu boringina fara hini samtøkini brúka sama boripallin til at bora í sínum teigum.
Ætlanin er at bora fimm brunnar í fyrstu syftu, Amerada Hess tveir og síðani ein til hvønn av hinum operatørunum. Økið, sum er boðið út, er millum 100 og 250 kilometrar norðan fyri oyggjarnar.
Samanbera vit við gongdina í Føroyum, so kann sigast, at Falklandsoyggjarnar liggja 1-2 ár framman fyri okkum.
Eingin ivi er um, at royndirnar hjá falklandsoyggjabúgvum kunnu verða áhugaverdar hjá okkum føroyingum at hyggja nærri at. Td. hvussu teir hava borið seg at við 1. útbjóðingini, og hvat teir hava í kvittanum við einum komandi skattapolitikki.