Borgara­­fundur um Athenu

Í sambandi við eldin um­borð á Athenu fyri um­l­eið 14 døg­um síð­ani skipar Ti­l­búgv­ing­ar­stovn­ur Før­oy­a, sam­a­n við Runa­vík­ar- og Sjóv­ar komm­unu, fyri borg­ar­a­fundi í Løks­høll í Runa­vík mik­u­dagin tann 25. mai 2011 kl. 19:00-21:00.

Á fundinum lut­taka um­boð fyri løg­regl­­una og sløkk­­­ilið, um­framt umboð frá øðr­um við­kom­andi mynd­ug­leik­um, sum hava havt við At­henu-málið at gera.
Stórir partar av lok­al­sam­fel­ag­num á Skál­a­fjørð­i­num hava verið vitni til hend­in­g­ina um­borð á At­henu. Hend­ing­in er av slíkum slag, sum tí­betur sjáld­an kem­ur fyri her á okk­ara leið­um. Tílíkar hendingar kunnu tó koma fyri, sæð í ljósinum av økt­ari skipaferðslu við stórum skipum, í før­oysk­um havnum og á havinum kring Før­oyar.
­Hóast mynd­ug­leik­ar­n­ir hava gjørt sítt til, at kunn­ing­­in hevur verið nøktandi, kunnu tað verða borgarar á Skál­a­fjørðinum sum ynskja, at høvi verður hjá tei­m­um at seta mynd­u­g­­leik­u­num nakrar í­skoyt­is­spurn­in­g­ar í sambandi við hend­ingina.
End­a­málið við borg­ar­a­fund­i­num er í fyrsta lagi at tryggja, at borg­ar­in á Skálafjørðinum hev­ur fing­ið eina nøkt­andi kunn­ing um hend­ing­ina og møg­u­lig­ar av­leið­ing­ar av henni. Í øðr­um lagi er málið við borg­ar­a­fund­i­num, sæð í ein­um fram­tíð­ar høpi, at tilbúgvingin í Før­oy­um f­ær nøkur góð hug­skot og amboð frá fund­i­num at arbeiða víð­ari við.