Borgarar kunnu biðja um asfaltering

Nú Landsverk fer at asfaltera fyri Sands kommunu í vár, hava borgarar eisini høvi at fáa Landsverk at asfaltera fyri seg.

Nú verður høvi hjá borgarum í Sands kommunu at fáa Landsverk at asfaltera fyri seg.

Nú Landsverk fer at asfaltera fyri Sands kommunu í vár, hava borgarar í kommununi eisini høvi at fáa Landsverk at asfaltera fyri seg. Í skrivi til sínar borgarar, sigur kommunan, at prísurin fyri asfaltering er 373 krónur fyri fermeturin, og tá er prísurin íroknaður mvg.

- Hetta er kostnaðurin, um økið, sum skal asfalterast, er búgvið til at asfaltera. Treingir økið hinvegin til klárgering, verður prísurin fyri hetta arbeiði lagdur omaná kostnaðin, veit Sands kommuna at siga sínum borgarum.

Sands kommuna hevur annars stórar ætlanir um asfaltering í ár. Kommunan hevur nevniliga tikið av einum tilboði frá Landsverki á stívliga 4,6 miljónir krónur fyri at leggja asfalt á fleiri vegir í bygdini, umframt á vegin til Søltuvíkar og vegin í Trøðum inni við Sandsvatn.