Líknandi kanningar hava verið gjørdar áður, men ongantíð ein so umfatandi kanning sum hendan, sum verður løgd fram næsta mikukvøld í Klaksvík.

Borgarin hevur talað

- Í kanningini verður spurt um trivnað í kommununi og um, hvat borgarar halda um tænasturnar, sum kommunan veitir.

Líknandi kanningar hava verið gjørdar áður, men ongantíð ein so umfatandi kanning sum hendan, sum verður løgd fram næsta mikukvøld í Klaksvík.

Umleið 800 fólk luttóku í borgarakanningini, sum Klaksvíkar kommuna læt gera í januar. Úrslitini eru nú klár, og í hesum sambandi verður almenn framløga í gomlu miðhøllini á Skúlatrøð mikukvøldið hin 19. apríl.

 

- Í kanningini verður spurt um trivnað í kommununi og um, hvat borgarar halda um tænasturnar, sum kommunan veitir. Líknandi kanningar hava verið gjørdar áður, men ongantíð ein so umfatandi kanning sum hendan.

 

Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag. Borgarstjórin, Karl Johansen, fegnast um, at undirtøkan fyri kanningin hevur verið so góð.

 

- At lata borgararnar koma til orðanna gevur okkum fyrst og fremst innlit í, hvat borgarar halda um tænasturnar, sum kommunan veitir, men kanningin hevur eisini givið okkum eina meira yvirskipaða mynd av trivnaðinum í kommununi, sigur hann.

 

Borgarstjórin vísir á, at tey, sum hava svarað, hava gjørt sær ómak og eru eisini komin við hugskotum til batar.

 

- Hetta fegnast vit sjálvsagt um, tí hetta er týdningarmikil vitan, sum avgjørt er viðkomandi fyri arbeiðið hjá býráðnum og fyrisitingini, sigur Karl Johansen, sum tó ikki sigur nakað um úrslitini av kanningini.

 

Líknandi kanningar hava verið gjørdar áður, men ongantíð ein so umfatandi kanning sum hendan, sum verður løgd fram næsta mikukvøld í Klaksvík.