Hjún, sum eru gift borgarliga, kunnu fara í kirkju at fáa prest at signa hjúnabandi.
Men tað eru heilt ómetaliga fá, sum brúka hendan møguleikan, staðfestir Jógvan Fríðrikson, Biskupur, nú ein meiriluti í Løgtinginum ætlar at broyta hjúnabandalógina við tí endamáli at slóða fyri, at samkynd kunnu giftast í Føroyum
Hesi seinastu árini, frá 2007 til 2016, eru ímillum 62 og 89 hjún í Føroyum vígd við borgarliga vígslu, ella 743 hjún tilsamans.
Men tað eru ógvuliga fá av teimum, sum hava brúkt møguleikan at fáa hjúnalagið vælsignað í kirkjuni, tí í hesum sama tíðarskeiði, frá 2007 til 2016, eru bara borgarliga vígd 22 hjún, sum síðani eru farin í kirkju at fáa prest at vælsignað hjúnalagið.
Í miðal er tað 2,2 hjún um árið.
Fleiri ár hevur støðan verið tann, at ongi hjún, sum eru borgarliga vígd, hava síðani verið í kirkju og fingið hjúnalagið vælsignað, men onnur ár hava tað verið eitt, onkuntíð tvey og hendingaferð, trý.
Men kanska er er hugurin til tað vaksin seinastu árini, tí í 2014 vórðu tvey borgarlig hjún vælsignað í kirkju, í 2015 var talan um fýra hjún og í fjør vórðu sjey hjún, sum vórðu borgarliga vígd, síðani vælsignað av presti í kirkju.