Borgarstjóri er rørdur

Sjálvandi verður vónað, at fleiri verða funnin á lívi, men borgarstjórin í Gjerdum kommunu ásannar, at tað hevur stóran týdning, at tey avvarðandi fáa svar.

 

Borgarstjórin í Gjerdum kommunu, Anders Østensen, hevur fingið váttað, at eitt fólk er funnið lívleyst í leivdunum av stóra skriðulopinum nærindis Oslo.

- Tað er við stórari sorg, at eg havi fingið hesi boð. Men, tað er gott, at leitingin, sum verið hevur, gevur úrslit, og at fólk, sum kunnu vera deyð í skriðulopinum, verða funnin og kunnu fáa eina virðiliga jaðarferð, sigur borgarstjórin.

Tað var seinnapartin fríggjadagin, at tað gjørdist greitt, at eitt lík er funnið í tí partinum av skriðulopinum, sum er merkt við "reyðum". 

-  Nú vóna vit, at leitingin fer at geva fleiri úrslit. Um tað ikki eydnast at finna fólk á lívi, hevur tað stóran týdning at finna líkini, soleiðis at tey avvarðandi kunnu fáa svar. Eg veit ikki, hvørji útlitini eru at finna fleiri fólk í skriðulopinum, sigur Anders Østensen.

Borgarstjórin leggur aftrat, at sjálvandi verður vónað, at fleiri verða funnin á lívi, men hann ásannar, at tað hevur stóran týdning, at tey avvarðandi fáa svar.