Sum fyrst valdi býráðslimur boðar Heðin Mortensen nú nývaldu býráðslimunum í Tórshavnar býráð til fyrsta fund at velja borgarstjóra, 1. og 2. varaborgarstjóra og nevndir
Fyrsta málið á skránni er val av borgarstjóra, og valið fer fram undir leiðslu av fyrst valda kommunustýrislimi Heðin Mortensen. Síðani verða 1. og 2. borgarstjóri valdir og nevndirnar.
Skráin sær annars soleiðis út:
Val av fíggjarnevnd
Lýsing av málinum - samandráttur:
Fíggjarnevnd skal veljast við borgarstjóranum sum føddum formanni og 4 øðrum kommunustýrislimum sum limum.
Eisini skulu veljast 5 tiltakslimir.
Val av 5 limum og tiltakslimum í sosialu nevnd
Val av 5 limum og tiltakslimum í mentamálanevndina
Val av 5 limum og tiltakslimum í teknisku nevnd
Val av 5 limum og tiltakslimum í byggi- og býarskipanarnevndina
Val av 5 limum og tiltakslimum í heilsu- og umhvørvisnevndina
Val av 5 limum og tiltakslimum í havnanevndina
Val av 7 limum og tiltakslimum í skattakærunevndina
Val av 7 limum og tiltakslimum í barnaverndarnevndina
Lýsing av málinum - samandráttur:
Formaðurin og meirilutin í nevndini skulu sambært § 4, stk. 2 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd hava viðkomandi førleika ella útbúgving. Í viðmerkingunum til hesa grein stendur, at í teimum størru kommununum, har tað eru nóg nógv fakfólk, eiga fakfólk at manna barnaverndarnevndina.
Viðmerkingarnar tilskila, at lóggevi við viðkomandi førleika ella útbúgving meinar eina miðallanga útbúgving innan heilsu-, almanna- ella skúlaverk, so sum lærari, sjúkrarøktarfrøðingur, fysioterapeutur, ergoterapeutur, sosialráðgevi, námsfrøðingur. Limir í barnaverndarnevndum kunnu tó eisini vera sálarfrøðingur, lækni o.a.
Val av 3 limum og tiltakslimum í hýruvognsnevndina
Val av brunanevnd
Lýsing av málinum - samandráttur:
Brunanevnd skal veljast við borgarstjóranum sum føddum formanni og 2 øðrum kommunustýrislimum sum limum.
Eisini skulu veljast 3 tiltakslimir.
Val av 3 limum og einum tiltakslimi í p/f Fjarðhitafelagið
Val av einum limi í nevndina fyri barnabókaheiðurslønina
Val av einum limi og tiltakslimi í nevndina fyri Listasavn Føroya
Val av einum limi og tiltakslimi í SEV-stýrið
Val av limi í kaldbaksnevndina
Lýsing av málinum - samandráttur:
3 limir eru valdir av borgarum í Kaldbak og Kald¬baksbotni. Býráðsformaðurin er føddur formaður. Fimti limurin skal veljast av býráðnum.
Val av limi í hvítanesnevndina
Lýsing av málinum ? samandráttur:
3 limir eru valdir av borgarum á Hvítanesi.
Býráðsformaðurin er føddur formaður.
Fimti limurin skal veljast av býráðnum.
Val av kirkjubøar-velbastaðarnevnd
Lýsing av málinum ? samandráttur:
3 limir eru valdir av borgarum í Kirkjubø og Velbastað.
Býráðsformaðurin er føddur formaður. Fimti limurin skal veljast av býráðnum.
Val av nólsoyarnevnd
Lýsing av málinum ? samandráttur:
3 limir eru valdir av borgarum í Nólsoy.
Býráðsformaðurin er føddur formaður. Fimti limurin skal veljast av býráðnum.
Ásetan av fundardøgum býráðsins fyri 2009
Uppskot frá umsitingini til fundadagar:
29. januar 17. september
19. februar 8. oktober
19. mars 5. november
30. apríl 26. november
28. mai 17. desember
25. juni