Borgarstjórarnir í Suðuroynni gera nú vart við seg í samband við, at boð eru komin um at stongja føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi 1. januarkomandi ár.
teir fara at biða landsstýrismannin um fund og borgarstjórarnir hava sent miðlunum soljóðandi skriv:
Flest allir suðuroyingar gjørdist ikki sørt kløkkir, tá tíðindi mánadagin 5. mai bórust um at føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsið skal stongjast 1. januar 2016.
Borgarstjórarnir í Suðuroynni standa spyrjandi og hava eisini biðið Karstin Hansen, landsstýrismann í heilsumálum, um fund um støðuna, og hava somuleiðis heitt á landsstýrismannin um taka leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsi við á fundin.
Borgarstjórarnir taka íkomnu støðuna í størsta álvara.
Vinarligar heilsanir
Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu
Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu
Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu
Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeris kommunu
Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovs kommunu
Eyðdis Ellendersen, borgarstjóri í Fàmjins kommunu
Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu