Borgarstjóri fær viðurkenning frá Lions

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu hevur fingið hægstu viðurkenning frá Lions felagsskapinum

Á samkomu í Lions Tórshavn í leygarkvøldið handaði Niels Andreas Joensen, forseti í Lions, Heðini Mortensen, borgarstjóra, hægstu viðurkenning, ið til ber at fáa innan Lions, "The Melvin Jones Fellowship Award". Heiðurslønin verður veitt limum, sum eru ímynd av "lionismu", og sum við teirra tænastu í Lions eru fyrimyndir í klubbanum og í tí samfelagi, teir tæna.

 

Í skjótt eina øld hevur Lions Club gjørt stórt vælgerandi arbeiði kring allan heim. Lions í Føroyum varð stovnað í 1966. Felagsskapurin verður sostatt skjótt fimti ára gamal. Heðin Mortensen, borgarstjóri, gjørdist limur í 1974.

 

Borgarstjórin er sera glaður fyri at hava verið partur av Lions hesi nú yvir 40 árini.

 

- Ikki bert er Lions ein sera kammerátsligur klubbi, men allir limir eru altíð samdir um endamálið, sum er at hjálpa, har sum tørvur er. Eg minnist serliga átøk sum, at Lions útvegaði sjónvarpstól til ellis-, røktar- og hvíldarheim, og tá vit stuðlaðu uttanlands, eitt nú í Íslandi, tá vit stovnaðu Krabbameinsfelagið og skipaðu átakið Nei til Narko.

 

- Eingin ivi er um, at slíkt arbeiði hevur stóran týdning fyri eitt og hvørt samfelag, og eisini her heima hjá okkum hevur Lions verið ímynd av einum stórum og góðum innsatsi, ið er til stórt gagn, sigur borgarstjórin, sum eisini hevur sitið eina setu sum forseti Lions.