Bótin er alt ov lág

Ein bót upp á 500 krónur er ikki nóg mikið, halda bæði løgregla og Ráðið fyri Ferðslutrygd

 

Bótin fyri at tosa í handhildnari fartelefon ímeðan ein koyrir bil, er alt ov lág.

Tað eru bæði Ráðið fyri Ferðslutrygd og Løgreglan samd um.

 

Í dag er bótin 500 krónur, men hvørki Løgregla ella Ráðið fyri Ferðslutrygd halda, at hetta er nóg mikið til at fáa bilførarar at broyta atferð í so máta.

 

Og tað er alt, sum bendir á, at tað er neyðugt at fáa bilførarar at broyta atferð, tí hvørt ár fáa fleiri hundrað bilførarar bót fyri júst hetta lógarbrotið.

 

Samstundis er staðfest, at nettupp gáloysni í ferðsluni er beinleiðis atvoldin til triðjuhvørja ferðsuvanlukku

 

Í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd halda tey, at bótin eigur at vera 1500 krónur, sum hon er í Danmark.

 

Karl Leonsson, ferðslupolitistur, er samdur í, at bótin er ov lág.

 

Hann vísir á, at danir hava hækkað bótina upp í 1.500 krónur.

 

- Bilførarar taka ikki eina bót á 500 krónur í álvara, sigur politisturin.

 

Hann heldur, at spurningurin er um tað yvirhøvur er nóg mikið við eini bót.

 

Hann vísir á, at í Danmark eru tey ikki nøgd við úrslitið av at bótin varð hækkað upp 1.500 krónu.  Tí verður umrøtt at herða resvingina enn meiri, so at tað skal kosta klipp í koyrikortið at tosa í handhildnari fartelefon, samstundis sum tú koyrir bil.

 

- Veitst tú, at koyrikortið er í vanda, er hugsandi, at tað hevði givið betri úrslit, sigur Karl Leonsson. 

 

Ein annar máti er at gera sum sviar. Har hava tey kanska givið skarvin yvir, ella hava tey ásanna, at tað gevur løgregluni alt ov nógv stríð til alt ov lítla nyttu.

 

Í øllum førum er tað ikki ólógligt í Svøríki at tosa í handhildnari fartelefon ímeðan tú koyrir bil, so leingi tað ikki førir til skilaleysa koyring, ella annars er til vanda fyri ferðsluna.

 Tað sigst, at Svøríki er einasta land í Evropa, har tað er loyvt.

 

Men her stingur so eisini tann afturvendandi spurningurin seg upp: Er tað vandamiklari, at bilførarin hevur eina fartelefon í hondini, enn tað er at sita við einum ísi ella eini franskari hot dog ímeðan tú koyrir bil, tí tað er ikki ólógligt.