Nú er eldur í toppinum

1. DEILD: Eftir javnleik og tap eftir summarsteðgin eru skálamenn ikki so greitt oddalið, sum teir higartil í ár hava verið

Tað endaði við 1-0 heimasigri, tá ið B71 hevði vitjan av Skála. Einasta málið skoraði brasiliumaðurin Eduardo Coimbra, tá ið knappur tími var farin. Uppleggið átti danski Tobias Kogtvedgaard. Hetta var níggjunda málið hjá Eduardo Coimbra í ár.

 

Tølini siga, at skálamenn høvdu fleiri royndir ímóti málinum, enn heimamenninir høvdu, og Skála vann fleiri hornaspørk, enn B71 vann.

 

Undan summarsteðginum gekk tað sum eftir ánni hjá Skála, sum fór í summarfrí við 46 stigum – 15 sigrar og ein javnleikur. Ein sigur var 3-1 á heimavølli ímóti B71.

 

Í fyrsta umfari eftir summarsteðgin endaði tað 5-5 í Klaksvík, og í dag var fyrsta ferðin í ár, at skálamenn fóru av vøllinum uttan úrtøku.

 

Skála er framvegis topplið og favorittur at flyta upp. Men hetta vikuskiftið tóku tey bæði næstu seg nærri toppinum. Í gjár vann AB 5-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi og er næstfremst við 44 stigum og trý aftanfyri Skála. Sigurin í dag lyftir B71 fram á 39 stig. Sandoyingar eiga útsettan dyst ímóti Víkingi. Hann er settur at vera í aðru viku – mikudagin 20. august.

 

Sunnudagin um eina viku fær B71 vitjan av B36, og Skála fær fríggjadagin vitjan av EB/Streymi.