B71 er aftast í deildini og Skála beint omanfyri niðurflytingar strikuna. Trý stig skilja liðini bæði, og undan dystinum hevur B68 trý stig upp til ÍF og KÍ, sum liggja frammanfyri. Tað merkir, at dysturin á Svangaskarði er ógvuliga avgerandi fyri liðini, um tey ynskja at hála seg úr botninum og upp um strikuna – og tað ynskja tey!
Til hesa uppgávu hevur Bill Mc. Leod Jacobsen allar mans tøkar. Og venjarin hjá toftamonnum er eisini ivaleysur, tá hann verður spurdur eftir, hvat B68 fer eftir í morgin.
– Vit hava dummað okkum tvær ferðir á rað nú. Taptu 5-0 síðsta vikuskiftið, og tað lítið hugaligt, so nú er kravið ein treytaleysur sigur, staðfestir hann.
B71 vanta Gudmund
Hjá sandoyingum stendur næstan eins væl til manningarliga. Einasti leikarin, ið ikki er tøkur, er Gudmund Nielsen. Hann er leikbannaður, og tað kemur dátt við hjá sandoyingum, sum nú fara eftir triðja sigrinum á rað. Hetta eru kærkomin stig hjá sandoyingum, men enn resta fleiri, um teir vilja varðveita sessin í Formuladeildini.