Føroysku unglingarnir taptu mikukvøldi? 2?0 ímóti Onglandi í NM kappingini, sum í hesi vikuni er í Vaasa í Finnlandi. Ta? er einki at liggja omaná, at føroyingarnir vóru eitt sindur vónbrotnir. Teir høvdu ætla? sær javnleik ímóti Onglandi. Teir hildu tørn, inntil ta? resta?i eitt korter, so skora?i mótstø?uli?i? tvey mál.
Annar av venjarunum, Bill Jacobsen, var naka? eftir loki? strí? ikki heilt so ónøgdur:
? Ta? er fínt, at vit mi?ja høgt. Men veruleikin er tann, at hesa fer? vóru vit væl meiri kroystir, enn vit vóru ímóti Danmark. Ta? sigur kortini ikki, at Danmark hevur eitt vánaligt li?. Mikudagin vunnu teir 4?1 á Svøríki, sum frammanundan hev?i tapt 1?0 ímóti Onglandi. Fer?in hjá eingilsku spælarunum, sum umbo?a nógv av bestu feløgunum í Onglandi, var rættuliga høg. Frá fyrsta bríksli vór?u vit nógv kroystir, og ta? kom ikki óvænta? á, at teir at enda fingu tvey mál.
Fyrra máli? fingu teir eftir horna úr vinstru. Ta? var? stúta? úr fimm metrum og í máli?. Seks minuttir seinni øktu teir til 2?0. Ta fer?ina sneiddi álopsma?urin av mi?jum vølli og framvi? fleiri, á?renn hann setti bóltin framvi? málverjanum, Mattias Samuelsen, sum stó? seg rættuliga væl.
Møguleikarnir
At føroyska li?i? var kroyst størsta partin av tí?ini var ikki ta? sama sum, at teir ongar møguleikar høvdu.
? Setningurin er altí? at royna at spæla og ikki bara at sparka. Vit spældu okkum burtur úr tronganum fer? eftir fer?, men sum oftast ste?ga?u teir okkum mitt á vøllinum. Um eydnan hev?i havt veri? vi? okkum, so kundu vit í fyrra umfarinum havt fingi? tvey mál. Tá i? eitt korter var fari?, stúta?i Levi Hansen úr leysari stø?u mitt fyri málinum dygst vi? sí?una av. Møguleikan fekk hann, eftir at Einar Hansen hev?i lagt fríspark innfyri. Mi?skei?is í 1. hálvleiki smekka?i Christian R. Mouritsen frammanfyri nærra stólpan til, eftir at Kristoffur Jacobsen hev?i lagt innfyri úr høgru. Tíverri rakti bólturin á ytru sí?una av samankomingini og fór út til málspark, grei?ir annar av venjarunum frá úr Vaasa.
Tá i? spælararnir eftir ste?gin tóku at mø?ast í hitanum ? ta? vóru 28 stig ? framdu føroysku venjararnir fimm útskiftingar. N?ggju menninir stó?u seg væl, og hinir fingu møguleika at hvíla eitt sindur meiri, á?renn teir í dag skulu spæla ímóti Svøríki.
Í gjár vandu føroyingarnir fyrrapartin. Seinnapartin høvdu teir frí, og teir ætla?u at hugna sær í mi?b?num í Vaasa, har teir í gjár høvdu festival vi? skrú?gongu og undirhaldi av ymsum slagi. Í dag ver?ur ta? aftur álvari, tá i? Svøríki ver?ur mótstø?uli?i?. Um ta? veit heilt væl vi?, so er møguleiki fyri, at Føroyar í vikuskiftinum skulu spæla ímóti næstbesta li?num í hinum bólkinum um tri?ja plássi?. Um ta? fer at vilja illa til, so fara føroyingar, sum so mangan á?ur, at spæla um sjeynda plássi?.