? Nú hava vit bíða so leingi eftir eini avgerð. Men alt til fánýtis. So nú má okkurt henda.
Eyðfinn Petersen í Landsfelag Handverkarnna hevur nú mist tolið.
Og tann, sum hann hevur mist tolið við, er Signari á Brúnni, Landsstýrismaður í skúlamálum.
Og avleiðingin av, at tey í Landsfelag Handverkaranna hava mist tolið er, at handverkararnir í felagnum fara at nokta at arbeiða saman við lærlingum, sum fara at gera sáttmála hereftir.
Tað vil í veruleikanum siga, at hereftir fer tað ikki at bera til hjá ungum dreingjum og gentum í einum stórum parti av landinum at fáa lærusáttmála hereftir-uttan so at tey fara uttanlands á tekniska skúla.
Tað eru handverkararnir í Havn, í Vági og á Tvøroyri, sum eru limir í Landsfelag Handverkaranna. Og tað er sostatt í tí partinum av landinum, sum umboðar væl yvir helvtina av øllum handverkarum, at tiltøk nú verða sett í verk, sum raka lærlingarnar.
Stríð um tekniska skúla
Tað er eitt gamalt stríð um teknisku skúlarnar sum ger, at Landsfelag Handverkarannar tekur til hetta stigið at boykotta teknisku skúlarnar og at nokta at arbeiða saman við lærlingum, sum fara at skriva sáttmála hereftir.
? Tað er nakað síðani, at nýggj lóg kom um tekniska skúla, sigur Eyðfinn Petersen í Landsfelag Handverkaranna.
Eftir lógini skulu avvarandi yrkisfeløg velja sínar limir í stýri fyri skúlarnar.
? Men landsstýrið vil ikki viðurkenna Landsfelag Handverkaranna sum eitt avvarandi yrkisfelag hjá handverkarum, hóast vit umboða langt yvir helvtina av øllum handverkarum í landinum.
Eyðfinn Petersen sigur, at Landsfelag Handverkaranna hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at felagið góðtekur ikki, at verða útihýst frá allari ávirkan á teknisku skúlarnar.
? Men Undirvísingar- og Mentamálastýrið er komið til tað niðurstøðu, at avvarandi yrkisfelag hjá handverkarum er tað meginfelagið sum eigur sáttmálan, tvs, Føroya Handverkarafelag, og at Landsfelag Handverkaranna tí ikki er partur í málinum.
Tvs, at Føroya Handverkara skal útnevna allar teir fýra stýrislimirnar, sum handverkarar eiga á teimum báðum teknisku skúlunum í landinum- meðan Landsfelagið ongan stýrislim fær.
Og enn hevur tað ikki eydnast okkum at sannført Landsstýrið um, at vit eru farin úr Føroya Handverkarafelag og at vit umboða tann størsta partin av føroysku handverkarunum og at vit tí avgjørt eru partur í málinum, sigur Eyðfinn Petersen.
Boykotta skúlarnar
Hann sigur, at málið er nú komið har til, at Landsfelag Handverkarafelag sær onga aðra loysn enn at seta tiltøk í verk fyri at fáa eina loysn á málinum.
? Tá ið Landsstýrið ikki vil viðurkenna okkum sum ein part í málinum, so taka vit tað til eftirtektar. Og so skulu vit heldur ikki verða partur í málinum.
? Tvs, at vit kunnu ikki fara at arbeiða saman við lærlingum, sum vit í veruleikanum einki hava við at gera.
Eyðfinn Petersen sigur, at Landsfelag Handverkarafelag tí hevur gjørt av, at limirnir í felagnum fara ikki at arbeiða saman við lærlingum, sum hava skrivað sáttmála eftir ein ávísan dag, um lærlingurin skal á tekniska skúla í Føroyum.
Nær hesin dagurin er, veit hann ikki enn.
? Men tað verður ein av allarfyrstu døgunum, leggur hann afturat.
? Hetta noyðast vit at gera, tí vit kunnu sjálvandi ikki arbeiða saman við lærlingum, tá ið vit ikki kunnu góðkenna tann teoretiska partin av læruni.
? Og tann teoretiska partin av læruni kunnu vit ikki góðtaka so leingi vit onga sum helst ávirkan hava á skúlan, sigur Eyðfinn Petersen.
Og tað vil í veruleikanum siga, at tað fer ikki at bera til hjá dreingjum og gentum í Havn, har nógv tey flestu læruplássini eru, umframt í bvági og á Tvøroyri at sleppa í handverkaralæru, fyrrenn ósemjan er loyst, uttan so at teir fara uttanland á tekniska skúla.
Hinvegin fer lærutíðin hjá teimum lærlingum, sum longu eru í læru og sum hava skrivað sáttmála, at ganga sum vant.
? Tvs, at vit kunnu ikki annað enn at mæla dreingjum og gentum til at finna sær lærupláss, tey skulu uttanlands á tekniska skúla, sigur Eyðfinn Petersen.
Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Signari á Brúnni, Landsstýrismanni í í skúlamálum.