BP borað niður á 1800 metrar

Hóast nakað tarnaðir av ringum veðri gongur væl í hond hjá BP at bora á Williamleiðini á landgrunninum.

Tá Portalurin hevði orðið á Hjarnar Djurhuus, stjóra hjá BP fyri løtu síðani var hýrurin rímuliga góður.

-Vit hava nú borað niðar á 1800 metrar, og boringin gongur sum ætlað. Hóast veðrið ikki hevur verið av tí besta alla tíðina, síðani vit settu borin í fyri góðum trimum vikum síðani, so gongur tað stútt niðureftir sigur Hjarnar Djurhuus. Hann váttar, at teir dagarnar, har alduhæddin hevur verið hægri enn 8 metrar á leiðini, hevur verið neyðugt at steðga boringini. Eftir hvønn steðg tekur tað so eisini eina løtu at fáa gongd á aftur boringina. Men nú sær betri út, og BP roknar við at kunna røkka tí fyrsta málinum í brunninum fyri jól. Portalurin skilur, at talan er um meira enn tað eina málið, ið farið verður eftir í brunninum.

Tað var 22. Oktober, at BP setti á undirgrundina. Tá sagt verður, at boraðir eru 1800 metrar, so er tað frá boripallinum. Dýpið, har borað verður, er umleið 750 metrar. Sostatt eru boraðir gjøgnum undirgrundina góðir 1000 metrar.

Samlaði boriteinurin er uppá 4750 metrar.

Annars fór Atlantic Airways undir at flúgva oljufólk frá og til pallin mánadagin. Tyrlan hjá Atlantic Airways hevur júst fingið ísetta útgerð í Aberdeen, so hon lýkur trygdarkrøvini. Tað er bretska flogfelagið Eastern Airways, sum røkir flutningin millum Vágar og Aberdeen.