Oljuleiting
Trupulleikar av ymsum slag hava gjørt, at tað hevur tikið væl longri tíð enn ætlað hjá BP og Shell at bora sín fyrsta brunn á føroyska landgrunninum. Boringin, sum byrjaði nakað undan ólavsøku, skuldi havt verið liðug seinnu helvt av august ella um mánaðarskiftið august-september men var orsakað av tekniskum trupulleikum sett til at enda 12. til 15. september. Nú sær ikki mætari út enn, at tann tíðarætlanin ikki fer at halda heldur. Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP, sum avgjørt einki vil siga um úrslitið av boringini higartil, sigur tó so mikið við Sosialin, at teir rokna við at skula bora í eina viku aftrat.
Teir hava verið rættiliga óhepnir, og hava verið tarnaðir av ymsum viðurskiftum. Herfyri mistu teir eitt umleið 30 metrar langt mátitól í sjálvum boriholinum. Tá tað ikki eydnaðist at fáa tað upp aftur var lítið annað at gera enn at sementera tað fast og proppur varð settur í holið. Tí hava tey á West Navion verið noydd til at bora ein nýggjan brunn við síðuna av hinum. Hesin gongur meira til síðuna og skilst, at tað verður farið eftir ?onkrum? teir halda seg ?síggja? í undirgrundini. Um hetta er endaliga málið, sum kósin hevur verið setti eftir frá byrjan ella okkurt heilt annað er ilt at siga. Sosialurin skilur, at enn resta gott og væl 500 metrar í at koma á mál. Borað hevur eisini verið gjøgnum nakað harðari tilfar og tá lagt verður um til eina sonovnda ?sidetrack? boring gongst seinri.
BP og Shell fóru undir boringina 23. juli og gongur góð vika aftrat, so hevur henda boringin tikið nærum tveir mánaðir, og tað er rættiliga nógv longri enn ætlað og mett varð frá byrjan. Hetta dýrkar tí alla verkætlanina rættiliga nógv. Bara mátitólið, sum varð mist í boriholinum, kostaði knappar 20 mill. kr.
Enn er einki likið út um úrslitið av BP boringini. Men tær gitingar og metingar, sum hava verið frammi, eru, at vónirnar til fyrsta málið hildu ikki men kortini skal boringin hava verið meira væleydnað enn tann hjá Statoil, tí borurin hjá West Navion skal vera komin fram á fleiri áhugaverd oljuspor. Spurningurin er so, hvat henda seinasta vikan kann geva. Hóast trupulleikar er framvegis møguleiki fyri at gera fund. Soleingi boringin heldur fram er hesin møguleikin til steðar. Um okkurt av týdningi longu eru funnið er so fyribils ein loynidómur hjá BP og Oljumálastýrinum.
Týdning at gera fund
Fyri BP hevur eitt fund nú á føroyska landgrunninum rættiliga stóran týdning. Miðjað verður móti at økja munandi um samlaðu framleiðsluna komandi árini, og hetta er eisini tí, at BP satsar nógv uppá at gera ikki bert eitt men tvey fund á økinum miðskeiðis millum Føroyar og Hetland. Tá boringin við Føroyar er liðug verður alt fyri eitt farið um markið í bretskt øki at bora ein brunn av nakað sama slag sum tann føroyski. Endamálið hjá BP og Shell er ? verður olja funnin báðumegin markið - at fara undir eina skjóta útbygging av báðum feltum um somu tíð, soleiðis at olja frá tveimum feltinum kann koma á marknaðin um minni enn 5 ár. Hetta hevði kunnað økt munandi um samlaðu framleiðsluna hjá BP og hevði tað eisini kunnað minkað óttan hjá Bretlandi at skula gerast innflytari av olju um ikki so nógv ár. Nettupp tí hevur øll oljuleitingin á Atlantsmótinum alstóran týdning fyri risastóra granna okkara.
Statoil liðugt
Hjá Statoil, sum herfyri boraði turran brunn á landgrunninum, eru teir nú við at verða lidnir at rigga av. Rúni Hansen sigur, at teir møguliga longu mánadagin ella fyrst í næstu viku kunnu lata Amerada Hess boripallin Sovereign Explorer. Tá verða akkerini tikin upp og pallurin siglir teir umleið 20-30 fjórðingarnar móti markinum, har Amerada Hess, sum operatørfyri fyri Faroes Partnership samtakið tekur yvir. Amerada Hess hevur júst fingið borigóðkenning og verður borurin helst sett í undirgrundina seint í næstu viku. Tann brunnurin hevur fingið navnið Marjun. Tað eru fleiri jarðfrøðingar, sum Sosialurin hevur tosað við, ið halda, at henda boringin verður kanska tann mest spennandi og avgerandi, tí sjálvt leitimodellið er meira klassisk enn tey hjá bæði Statoil og BP. Farið verður eftir einum risastórum strukturi, eini sokallaðari kullu á góðum 4000 metra dýpi. Tað rættiliga áhugaverda við hesum strukturinum er eisini, at hann er eisini á bretskum øki. So verður olja funnin er sannlíkt, at talan er um eitt felt, sum bæði føroyingar og bretar hava rættin til. Uppaftur meira áhugavert er, at tað er júst sama oljusamtakið við Amerada Hess á odda, sum hevur fingið leitiloyvi til teigin hinumegin markið.