Oljuleiting á Atlantsmóti
BP hevur ikki mist vónina til nýggj oljufund á Atlantsmótinum (tvs. økinum vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar). John Thorogood, boristjóri hjá BP sigur, at teir nú fara at endurskoða metingar sínar. Og so skjótt teir hava gjørt tað fara teir ?to join the party again? sum hann málber seg. Tvs. at vera við aftur.
Tað er einki dulsmál, at John og hini BP fólkini eru vónsvikin. ?Eg kann bara úttala meg sum borari, og út frá tí kann eg bert siga, at jarðfrøðingarnir hava gjørt eitt stórt mistak. John Thorogood vísir annars til tað, sum varð sagt á oljuráðstevnuni herfyri, um at jarðfrøðin vísir seg at vera nógv meira kompliserað enn mett. ?Vit bygdu okkara vónir á seismiskar upplýsingar, og vit vóru rættiliga avgjørd um, at hetta var tað rætta. Tá so nakað heilt annað vísir seg mugu vit fara aftur til byrjanina og fáa nýggjar upplýsingar at byggja okkara nýggju metingar á.
John Thorogood hevur arbeitt í oljuleiting alt sítt lív og hevur havt tætt tilknýti til jarðfrøðingar. ?Eg havi ongantíð sæð teir so dyggiliga tiknar á bóli sum hesaferð - av nøkrum, sum teir als ikki høvdu roknað við at síggja.
Vóru ov vísir í seismikkinum
-Trupulleikin er, sigur hann víðari, at bæði Statoil, Hess og vit sjálvir hava als ikki ivast í seismikkinum men hevur tað víst seg, at vit allir lutvíst hava tikið feil. BP hevur brúkt nógvar pengar kring allan heimin, har seismikkurin hevur víst seg at vera misvísandi. Hetta hevur ikki bara nakað við arbeiðið á tekniborðinum at gera. Tað er heilt frá granskingarbyrjan. Vit mugu til at lesa seismikkin av nýggjum, fáa nýggjan seismikk til vega og viðgera hann soleiðis, at vit júst vita, hvat vit gjørdu skeivt og hvussu vit síðani kunnu brúka hann, til at finna rætta staðið at bora í næstu brunnunum.
Bretski boristjórin sigur víðari, at felags hóttanin, sum øll oljufeløg hava at dragast við, er, hvussu tey skulu skilja seismisku tøknina. Tað vísir seg, at nógv fólk detta í eina fellu. Hann samanber hetta við at brúka seismikkin at leita eftir olju við við at hyggja gjøgnum eina sera sterka sjóneyku. Tú heldur, at tú harvið kanst síggja tað tú leitar eftir meira klárt ? men um tað tú hyggur eftir er defekt, so er alt tað tú hyggur at ein størri defekt. Og tað kann vera, at vit hava trýst tøknina longur fram enn hon loyvir okkum at fara. At vit seta størri vónir til hana, enn hon í veruleikanum gevur okkum orsøk til.
Tað vit funnu ella uppdagaðu kom óvart á. Tað, sum vit hildu vera sera lovandi, sær út til at vera nógv meira torført enn vit hildu. Vit roknaðu við einum løttum vegi til sigurs, men bráddliga verður tað nógv meira kompliserað.
John Thorogood heldur fyri, at við lækkandi oljuprísum vilja feløgini gera alt fyri at brúka pengar til seismikk, áðrenn tey fara inn í eina dýra boring. Tvs. at tey vilja tryggja sær, at tey leita á rætta staðnum frá byrjan.
Oljan rann á dekkið
Vit spurdu hann, um støðan í Falklandsoyggjunum, kann endurtaka seg her hjá okkum. Har raktu teir eisini við oljuspor og øll hildu seg verða blivin oljumillionerar. Tað vísti seg kortini, at har var ikki olja í rakstrarverdugum nøgdum.
-Tað veit eg ikki. Tá vit tóku boriprøvan í Svínoyarbrunninum upp rann olja á dekkið. Men tað var tí, at eina ferð í fortíðini var olja runnin gjøgnum løgini vit boraðu ígjøgnum og nakað hevur so ligið eftir í einum lumma, meðan restin er runnin burtur onkunstaðni. Vit vita bara ikki hvar. Tað vísti tó, at her hevur verið ein virkin oljuskipan.
-Onkur heldur Hessfundið er at meta sum ein gáva til føroyingar. Er tú samdur í tí?
-Tað er ringt at svara. Fundið liggur sera djúpt. Eg havi ikki sæð data frá brunninum. Men 4200 metrar er rættiliga djúpt, tá hugsað verður um, at øll framleiðslan vestan fyri Hetland kemur upp frá 2800 metrum. Tað sýnist fyri mær at vera sera djúpt at fara undir framleiðslu á 4200 metrum. Tá tú kemur so djúpt er antin talan um gass ella um olju, sum er ring at fáa upp. 170 metrar lag við olju og gassi er tó nógv viðgongur John Thorogood, sum tó heldur tað mest umráðandi vera, at Hess skal bora tríggjar brunnar aftrat, ein her og tveir í bretskum øki. -Um teir fara at bora her er óvist eftir tí eg havi frætt. Men ein av boringunum verður ein avmarkingarbrunnur, tí teir vita helst, at feltið gongur inn á bretskt øki. So eg vil fegin vera bjartskygdur til frama fyri Hess og halda, at ein av trimum boringunum næsta ár verður at vita, hvat man hevur fatur á í føroyskum øki.
Smá fund
John Thorogood leggur tó dent á, at hann er ikki jarðfrøðingur men borimaður. Hann vísir á, at hyggja vit at økinum vestan fyri Hetland so hava øll oljufeløgini gjørt fund men tey flestu eru ov smá. -Tá vit hava testað tey vísa tey seg als ikki at kunna renna nóg væl. Uttan eina sokallaða flowtest ber tí ikki til at siga nakað við vissu um eina oljuframtíð við Føroyar. Tí má stóra vónin hjá føroyingum vera, at Amerada Hess borar ein avmarkingarbnrunn næsta ár og at man fær tíð til at testa hann. Hess boraði bara 500 metrar frá markinum, so tað kann merkja, at struktururin teir síggja heldur fram inn á bretskt øki. At nakað er funnið kann merkja, at man kann bora bretsku megin fyri at finna út av, hvussu stórur struktururin er og út frá tí testa og finna út av, hvat talan veruliga er um.
-Eg ivist ikki í, at teir fara at brúka nógva tíð til at finna fram til, hvar rætta staðið er at bora og fara teir so at brúka tann brunnin til at vita, hvussu stórt eitt felt kann vera. Og hvussu oljan flýtur.
Tá vit spyrja bretska boristjóran, hvat hann heldur eitt av nýggjárynskjunum hjá føroyingum kundi verið sigur hann, at tað kundi verið, at Agip finnir ein boripall og borar ein væleydnaðan brunn í ár, og at Amerada Hess borar ein avmarkingarbrunn í fundinum teir hava gjørt.