BP rindar milliardir vegna oljudálking

Oljufelagið BP og amerikonsku myndugleikarnir hava avtalað, at bretska felagið skal rinda 5,1 milliardir krónur vegna dálkingina í Meksikoflógva í fjør. Pengarnir eru til verkætlanir, sum skulu endurreisa tað, sum bleiv oyðilagt av oljudálkingini. Talan er um tað fyrsta stigið í einari endurreisingarætlan.

Amerikonsku myndugleikarnir siga, at enn hevur BP ikki hildið sínar skyldur í sambandi við dálkingina, men at teir pengarnir, sum felagið nú hevur bundið seg til at rinda, kunnu seta tær fyrstu verkætlaninar í gongd.

Oljudálkingin í Meksikoflógva i fjør stóðst av einari spreinging á oljupallinum Deepwater Horizon góðar 40 fjórðingar úr amerikonsku strondini.tann 20. apríl í fjør 11 arbeiðsmenn doyðu, og 4,9 milliónir tunnu av olju runnu út í havið.