Uppkeyp
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Eitt av heimsins størstu oljufeløgnum, BP skal sambart skotska blaðnum Scotland on Sunday hava í hyggju at keypa upp tað eina av føroysku oljufeløgunum, Føroya Kolvetni, sum í dag er einasta føroyska fyritøka, sum er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í London. Sambart blaðmanninum Iain Dey vil bretski oljurisin hava fatur á loyvunum, sum Faroe Petroleum hevur í føroyskum øki.
BP hevur bundið seg til at bora tveir brunnar aftrat á føroyska landgrunninum, men tað vísir seg, at loyvið, sum felagið hevur at bora hesar brunnar, sær ikki serliga lovandi út, nú turrur brunnur longu er boraður har. Scotland on Sunday skrivar, at fær BP ikki hendur á nýggjum øki, so fer tað at fáa eina stóra rokning frá Føroya landsstýri ella tað verður tvungið til at bora írestandi brunnar til eitt virði uppá 600 mill. kr. í einum øki, sum frammanundan tykist turt.
Blaðið skrivar, at ein høgtstandandi BP-maður frá virkseminum hjá felagnum í Norðsjónumvil vera við, at eitt boð uppá Føroya Kolvetni er ein av møguleikunum, sum nú liggur á borðinum. Víst verður á, at Faroe Petroleum skal hava eitt virði uppá 700 mill. kr. á virðisbrævamarknaðinum.
Sambart blaðnum staðfestir ein umboðsmaður fyri BP, at felagið er farið undir samráðingar við føroyskar myndugleikar og við Shell, sum er partnari hjá BP í Føroyum, um at flyta teir báðar brunnarnar frá 1. útbjóðing, sum skulu verða boraðir í seinasta lagi í næsta ár.
Hjarnar Djurhuus, umboðsmaður hjá BP í Føroyum, sigur seg einki kenna til, at BP ætlar at keypa Faroe Petroleum. Hetta vátta eisini hansara arbeiðsgevarar í London, sum hava ábyrgdina av Føroyaøkinum. BP hevur annars í eina tíð verið í samráðingum við Anadarko um at flyta sínar brunnar inn á tess 9 ára loyvi. Sosialurin skilur, at hesar samráðingar ganga væl. Hjarnar Djurhuus heldur tað vera løgið, at slíkar gitingar koma út, tí um so var, at felagið vildi hava onnur øki at bora á, so kundi felagið bara havt søkt um loyvi í 2. útbjóðing.
Heldur ikki Niels Sørsensen, stjóri hjá Føroya Kolvetni veit nakað um, at BP ætlar at keypa teir upp. Aðra viðmering hevur hann ikki.
Tað er greitt, at eitt boð uppá føroyska oljufelagið uppá 700 mill. kr. merkir, at felagið hevur fatur á tí rætta endanum, nú tað hevur bygt sær upp eina portefølje við tilsamsamans 11 loyvum á Atlantsmótinum harímillum fýra á føroyska landgrunninum. At felag sum BP skal hava áhuga fyri hesum lítla felagnum kann tí merkja, at tað situr á góðum loyvum. Hinvegin er ikki ókent, at slík tíðindi koma út í fjølmiðlarnar fyri at økja uppaftur meira um virði á felag á altjóða virðisbrævamarknaðinum. At tíðindi ella gitingar koma út um, at BP bjóðar uppá Faroe Petrolum, kann so hava við sær, at virði á partabrøvunum fara at hækka enn meira.
Umboð fyri Føroya Kolvetni vóru við á samkoma í London í farnu viku. Sosialurin fer í komandi bløðum at hava samrøðu við m.a. Graham Stewart, stjóra og Joe Darby, nevndarformann í felagnum um tiltakið í London og um føroysku kolvetnisframtíðina.