Brúðarvísukappingin lokin og vinnarin funnin

Fyri fyrstu ferð í meir enn 100 ár eru brúðarvísur yrktar.

Sláið Ring, sum er landsfelag føroyskum dansi at frama, hevur miðvíst arbeitt fram ímóti at finna alternativ til gomlu brúðarvísurnar, sum eru tungar at fáa at ganga í fleiri av brúdleypnum nú í tíðini.

Í vetur hevur Sláið Ring skipað fyri eini brúðarvísukapping. Inn komu fimm uppskot. Sláið Ring setti eina dómsnevnd at gjøgnumganga innkomnu uppskotini og senda trý til dansifeløgini til ummælis. Dansifeløgini mettu um hesi trý uppskotini og sendu sína metan til Sláið Ring. Í mars gjørdu nevndin í Sláið Ring og dómsnevndin eina endalig niðurstøðu, ið bygdi á metingina hjá dómsnevndini og dansifeløgunum.

Mánakvøldið 8. apríl verður úrslitið kunngjørt á almennari kvøldsetu, ið verður í Miðlahúsinum klokkan 19.00, tá fólk fara at hugleiða og halda fyrilestrar um brúðarvísur.

Tað eru meir enn hundrað ár síðani ein brúðarvísa varð yrkt. Sláið Ring vónar, at nýggju brúðarvísurnar koma at viðføra, at brúðarvísur áhaldandi verða ein fastur táttur í brúdleypsiði føroyinga.

- Okkara vón er, at brúðarfólk, sum ikki hætta sær undir tær kendu føroysku og donsku brúðarvísurnar, vilja velja onkra av nýggju brúðarvísunum sum part av teirra hátíðardegi. Siðurin við brúðardansi er ein vakur siður, og vónandi verður honum langt lív lagað. Nýggju brúðarvísurnar eru ein roynd at fáa fleiri fólk at taka brúðarvísusiðin til sín, siga tey úr Sláið Ring.