Brókaleysur journalistur »i kongens tjeneste i kejserens nye klæder«

Eg ætlaði veruliga ikki at gera nakra viðmerking til tað sokallaða »ummælið« av Free-Føroyar tiltakinum, sum Rúnar Reistrup skrivaði í týsdags-Sosialinum.

 

Annfinnur Heinesen Jacobsen

??????????????????????????????????????


Eg ætlaði veruliga ikki at gera nakra viðmerking til tað sokallaða »ummælið« av Free-Føroyar tiltakinum, sum Rúnar Reistrup skrivaði í týsdags-Sosialinum. Men av tí at vandi er fyri, at fólk fara at trúgva hasum tvætlinum, so meti eg tað ov týdningarmikið, at lata tað fara óviðmerkt aftur við borðinum.

Harra Reistrup sigur millum annað: »at fullveldisargumentini skuldu verða lættari svølgilig« Og at »UT styggir fólk burtur«.

Vit (UT) høvdu frammanundan lýst við agitatión, propaganda, ungdómsuppøsing, o. s. fr. so annað kann ikki sigast, enn at fólk vistu, hvat tey fingu. Har var einki ballað inn. Einki uttanumtos. Rúnar skilti kanska ikki merkingina av hesum orðunum, men hann skolaði í ríkiligt mát argumentini niður, so heilt »ósvølgilig« kundu tey ikki verða. Stóra fólkamongdin í Sandagerði leygarkvøldið bar ikki júst boð um, at fólk vórðu stygd burtur. Tað talar fyri seg sjálvt.

Víðari sigur hann, at okkara »rabiata orðaskvaldur fornermaði tær smáu gráu á ovastu hædd«.

Hann mátti ikki ditta sær at sagt nakað neiligt um tiltakið, tí sjálvur stuttleikaði hann sær óført!

Síðst eg sá hann, var harra Reistrup so blástur á ovastu rók, at hann var í holt við at útfylla eitt innlimingarskjal til Unga Tjóðveldi! So staðfestast má, at propagandain virkaði til fulnar. Nú verður spennandi, um hann fær eitt limabræv við postinum ein av døgunum. Hann skal verða so hjartaliga vælkomin!

Ummælið ber brá av at verða skrivað frammanundan, og ummælarin hevði uttan iva frammanundan avgjørt at fáa ilt í dintilin. Allarhelst umbiðið arbeiði frá ritstjórnini á Sosialinum. Tað var ikki meir enn væntað.

At enda vil eg líka skoyta uppí, at eg fleiri ferðir hetta góða leygarkvøld tosaði við Rúnar; eg spurdi eisini um hansara meining um tiltakið. Jújú, hann læt bara væl at, og tí helt eg tað eisini verða so løgið við hesum misnøgda ummælinum.

Hinvegin, so forpliktar tað at arbeiða á Sosialinum.

Tí átti eg kanska ikki at lagt eftir harra Reistrup, men hann setti navn sítt undir, so tað má standa fyri hansara egnu rokning!

Við Tjóðveldiskvøðu.